Stórt IRF-avlop

Raksturin hjá IRF gav í fjør 7,8 milliónir í avlopi. Hetta er væl meira enn í 2006, tá ársúrslitið var 3,3 milliónir krónur. Inntøkurnar hjá felagsskapinum vóru í fjør hægri enn í 2006, eins og talan var um útreiðsluminking. Samlaðu inntøkurnar í 2007 vóru 71,8 milliónir krónur.