Ein lægd bleiv staðfest í vøllinum, og kanningar hava síðani víst, at trupulleikin stendst av, at tilfar er runnið undan vøllinum og út í lokarennuna til Havnará, sum rennur undir vøllinum.
Hol er komið á síðuveggin í lokarennuni, og tí er tilfarið runnið undan vøllinum. Arbeitt verður nú við at umvæla skaðan, og tí hevur verið neyðugt at seta hol á vøllin. Eitt hol, sum er eini tríggjar metrar djúpt.
##ms##
Gongst sum ætlað verður umvælingararbeiðið liðugt síðst í vikuni, og um eini tvær vikur kemur eisini meiri gummigranulat at koyra á vøllin, so at hann verður betri egnaður til at spæla fótbólt á. Nógv hevur verið frammi um, at eftir at nýggja graslíki kom á vøllin fyri einum mánað síðani, so hevur ikki verið spælandi á vøllinum, men við meiri gummigranulat væntar kommunan, at vøllurin verður góður at spæla á.