Stórt harmonikutiltak í Skálabotni í dag

Klokkan 17 í dag verður eitt stórt harmonikukvøld í Kelduni í Skálabotni. Tá fer eitt stórt tvørkirkjuligt harmonikulið, talan er um fleiri enn 25 harmonikuleikarar, sum saman við øðrum tónleikarum og sangarum fara at spæla og stuðla felagssanginum, sum verður í Kelduni seint seinnapartin í dag.

 

Harmonikuliðið fer eisini at framføra nøkur løg. Harmonikuliðið er manna við yngri og eldri harmonikuleikarum úr øllum landinum.

 

Talan er um ókeypis atgongd til harmonikukvøldið, og aftaná fæst ein drekkamuður.