- Stuðulin, sum vit fáa frá FIFA og EUFA og sjónvarpsrættindini frá Sportfive verða øll goldin í dollarum og sveisarafrankum. Kursurin á hesum hevur verið fallandi, og tað hevur kostað yvir 600 tkr. á inntøkusíðuni, sigur Óli Holm, FSF-forseti.
- Hartil hava vit í ár økt um landsliðsaktivitetin. Talan er um økingar yvir ein breiðan kamb, og tað merkist eisini í roknskapinum.
Óli Holm leggur dent á, at hetta ikki merkir nakra skerjing í landsliðsaktivititetinum. Samráðingar eru við Sportfive um nýggjan sáttmála, og hesin fer væntandi at økja munandi um inntøkurnar.










