Stórt hall hjá Faroe Seafood

Leingi hevur verið bíða eftir roknskapinum hjá Faroe Seafood, og hann kom fram á tíðindafundi klokkan 11 í morgun Úrslitið er eitt hall rakstrarhall áljóðandi 19 mió krónur, samstundis sum niðurskrivingar eru gjørdar fyri 77 mió krónur. Tað hevur við sær eitt samlað hall áljóðandi 96 mió krónur.

Í fundinum greiddi Richard Mortensen, nevndarformaður, frá, at ein skuld uppá 100 mió er parkera, soleiðis, at Faroe Seafood sleppir undan rentum og avdrøgum av hesum, tey næstu fimm árini.

Ætlanin við hesi umfígging, er at hava ein rakstur, ið skal kunna standa ímóti sveiggjum næstu fimm árini, so tey fáa arbeiðsfrið.

Partapeningurin hevur verið 105 mió krónur, men er hesin allur strikaður, og nýggjur partapeningur settur í, áljóðandi 40 mió krónur.

Sambært Richardi Mortensen er ætlanin at hækka um lønsemið, og at arbeiðsfólkið tey næstu fimm árini skal vísa hvør dugir er í teimum.