Í sambandi við at Listaskálin fyllur 40 ár verður stórt hátíðarhald í Listaskálanum í dag klokkan 18. Har verða røður, 52-manna kórsangur og 16 tónleikarar við hesi skrá:
1. Formaður Listasavns Føroya, Martin Næs, bjóðar vælkomin.
2. Formaður Listafelags Føroya, Malan Marnersdóttir, hugleiðir um Listaskálan hesi seinastu 40 árini.
3. Havnarkórið framførir kórsang av William Heinesen / Vagn Holmboe.
4. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, heldur røðu.
5. Bratsch ? variatión William Heinesen / N. Kapnas yvir ?Vågn op og slå dine strenge? gl. føroyskt sálmalag.
6. Havnarkórið framførir Tívils døtur - William Heinesen.
7. Borgarstjórin, Heðin Mortensen, heldur røðu.
8. Norskaløva ? William Heinesen ? Flygel Jóhannes Andreassen.
9. Havnarkórið framførir Listaskálakantatuna, sum var skrivað av Karsteni Hoydal í 1970. Tónleikurin eftir William Heinesen er bygdur á gomul føroysk løg: ?Harra Gud títt dýra navn og æra?, ?Blundi, blundi tirla? og ?Ljómur? . Tónleikin skrivaði Karl Clausen eftir hugskotum og skitsum hjá Williami Heinesen.
Solistar: Ernst Dalsgarð og Berghild Poulsen.
Tiltakið er alment.