Eingin undraðist, tá ið NSÍ í gjár tryggjaði sær fyrsta settið av FM gullkrónum í søgu felagsins. Harvið er NSÍ komið upp á síðuna á trimum øðrum feløgum í Eysturoy, sum áður hava vunnið FM. Tey eru ÍF (1979), GÍ (1983, 1986, 1993, 1994, 1995 og 1996) og B68 (1984, 1985 og 1992).
Men hóast eingin í føroyska fótbóltsheiminum undraðist sunnudagin, so segði gullvenjarin fram um allar aðrar, Johan Nielsen, seg vera ovfarnan av, hvussu væl tað hevur gingið í ár:
- Eg hevði ikki roknað við, at tað longu í ár skuldi eydnast okkum at vinna FM heitið, segði fegni meistaravenjarin, tá ið síðsta bríkslið hevði ljóðað, og tað var greitt, at NSÍ fyri fyrstu ferð nakrantíð hevði vunnið meistaraskapin.
NSÍ og Jóhan Nielsen hava pappír upp á hvønn annan í 2008. Tá verður takið at endurvinna meistaraheitið og at umboða felagið og fótbólts Føroyar so væl í Europa, sum tað á nakran hátt ber til.
Meistaraárið hevur borið við sær, at nógvir NSÍ spælarar longu eru altjóða umboð fyri Føroyar. Á landsliðnum, sum í síðstu viku var í Ukreina, vóru Jens Martin Knudsen (málmans venjari), Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen, Hjalgrím Elttør og Christian Høgni Jacobsen.
Teir ungu klárir at taka við
Í síðstu viku vóru Øssur Dalbúð, Jann Martin Mortensen og Klæmint A. Olsen við U19 landsliðnum í Bulgaria, og Bogi Løkin var fyri viku síðani á U21 landsdliðnum. Hesir fýra eru nakrir teirra, sum tað verður roknað við skulu vinna meiri gull og skreyt til NSÍ og Runavíkar.
Nógvir av spælarunum á FM liðnum eru ungir. Jens Martin Knudsen og Pól Thorsteinsson eru ivaleyst farnir um bestu fótbóltsárini. Teir hava talst millum stuðlarnar í ár, og tað kann gott vera, at teir eisini fara at spæla í 2008.
Men um onkrir veteranar fara at fella frá, so eru tað góð fótbóltsevni, sum bíða eftir at fáa møguleikan. Ungu omanfyri nevndu menninir vóru á unglingaliðnum, sum fyri stuttum vann FM.
NSÍ fylti fyrr í ár 50 ár. Tí kann tað ikki sigast annað, enn at talan hevur verið um rættuligt gullbrúdleyp. Í gjár var tað eftir dystin ímóti VB/Sumba skipað fyri spontanum gullfagnaði í ítróttarhøllini.
Leygardagin fer NSÍ til Klaksvíkar eftir FM steypinum og gullkrónunum.