Levi Mørk, leiðari fyri Ungdómshúsið í Hoyvík
-----
Eg fegnist um, at mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð hevur samtykt, at ungdómsvirksemið í Hoyvík heldur fram og kemur á fíggjarlógina frá 1. januar 2011. Nú kann ungdómurin í Hoyvík kenna seg tryggan og hava sítt egna stað og ikki stúra fyri, hvat víðari skal henda.
Hesar tríggjar mánaðirnar, sum royndartíðin hevur verið, hevur tað gingið sera væl, og um 100 ung hava vitjað í meðal, hvørja ferð opið hevur verið. Bæði ung ung og foreldur í Hoyvík eru sera fegin um hetta tiltakið og hava vónað, at tað fór at halda fram.
Vit fara sum eitt tað fyrsta at avdúka eitt navn til ungdómshúsið í Hoyvík. Vit hava longu havt navnakapping millum tey ungu, og fleiri góð nøvn eru at velja ímillum. Ætlanin er eisini at hava diskotek fast eina ferð um mánaðin, tá ið vit byrja aftur 1. september 2010. Vit hava longu egna heimasíðu og eru á Facebook, har vit higartil hava fingið 421 limir.
Sí Facebook: Ungdómsvirksemi í Hoyvík
Heimasíða: www.unghoy.blogspot.com