- Hetta er ein ógvuliga spennandi verkætlan, sigur Jastrid, sum er forkvinna í fimleikarfelagnum Støkk og hevur haraftrat sitið í bygginevndini.
Arbeiðið at gera hesa nýmótans høllina er bjóðað út, og fer hon at vera ítróttinum - og serliga fimleikinum - at gagni.
- Henda høllin fer at vera eitt stórt framstig fyri ítróttin í kommununi, sigur Jastrid Weihe.
Eftir ætlan skal nýggja fimleikarhøllin standa liðug á heysti 2013.










