Tá kavbáturin legði til bryggju í Klaksvík seinnapartin fríggjadagin, varð skipað fyri stórari móttøku.
Tiltakið byrjaði við, at Niclas Heri Joensen, sum er ein av nevndarlimunum í Føroya Sjómannadegi, greiddi frá skránni fyri tiltakið og beyð vælkomin. Klaksvíkar Hornorkestur setti eisini sín dám á hesa løtu.
Borgarstjórin, Gunvá við Keldu, hevði eina serliga røðu á norskum, har eisini hon beyð norsku gestunum vælkomnum. Hon vísti á aldargomlu røtur okkara til Noregs og tað samstarv, sum eitt nú hevur verið á sjónum millum Nioreg og Føroyar.
Gunvá við Keldu ynskti gestunum nakrar hendinga-og minnirsríkar dagar í Klaksvík á Føroya Sjómannadegi.
Umboð fyri Færøernes Kommando, Thomas Bo Jeppesen, bar fram heilsan, har hann takkaði fyri gott samstarv, sum hevur verið millum Noreg og Danmark – og í hesum høpi eisini Føroyar.
Norski konsulin, Petur Even Djurhuus, ynskti gestunum vælkomnum og vissaði teir um, at í Klaksvík býr rakst, fitt og fyrikomandi fólk. Petur Even segði seg gleða seg til tær kappingar, sum stóðu fyri framman, har noregsmenn sluppu at royna seg móti klaksvíkingum og ynskti somuleiðis góðar dagar í Klaksvík.
Fleiri vildu við
Seinastur, sum hevði orðið, var skiparin á norska kavbátinum, Kristian Erik Wulsin Weihe. Hann takkaði fyri stórfingnu móttøkuna. Onkur hevði fortalt honum, áðrenn hann fór til Føroya, at fyri mongum árum síðan flutti ein norðmaður til Klaksvíkar, og enn eru ættarfólk hansara her. Tað eru tey, sum hava eftirnavnið Brandal.
Kristian Erik Wulsin Weihe segði eisini, at tá manningin, sum øll telir fleiri enn 50, fekk at vita, at teir skuldu til Føroya, mundi verið uppreistur, tí allir vildu við. Tá bert 22 mans sluppu við, varð skipað fyri lutakasti. So, teir, sum sluppu við, vóru teir heppnu, ið vunnu hetta lutakast.
Skiparin segði, at tó varð tann semja gjørd, at seks av manningini skuldu skiftast út á ferðini í Føroyum, og tí flúgva seks aðrir til Føroya - og aðrir seks til Noregs. Hesir seks, sum komu heim til Føroya við flogfari, verða so við til at sigla kavbátin heim aftur til Noreg.