Fiskur og dansur
Leygarkvøldið, 5. apríl, skipar Mentanarhúsið í Fuglafirði fyri stórum fiskaborði, har Birgir Enni fer at borðreiða við alskyns fiskamati.
Fiskaborðið byrjar kl. 19 og endar kl. 23. Kostnaðurin er 195 kr., og plássið er avmarkað. 100 fólk sleppa til borðs. Tekning til fiskaborðið fer fram hjá Samson Nesá á tlf. 218714.
Birgir Enni er ikki ókendur í Føroyum við sínum vælsmakkandi fiskaborði, og tað er ikki sørt, at hann eisini er kendur uttanlands.
Country Sisters
Eftir borðhaldið, fer kekkiski country-bólkurin, Country Sisters, at spæla til dans.
Atgongumerkini til dansin kosta 175 kr., og pláss er fyri 600 fólkum.
Samson Nesá sigur, at kekkiski bólkurin, sum eisini hevur útgivið fløgur, er kendur og væl umtóktur, eisini í Danmark, har tey eru við á konsertum.
Í Mentanarhúsinum fara kvinnurnar at spæla fýra ferðir 45 min. til dansin hetta kvøldið.
Tað er Mentanarhúsið, sum í samráð við eina kekkiska kvinnu, ið býr á Toftum, hevur fingið Country Sisters til Føroya.
Tær koma higar longu týsdagin, 1. apríl.
Hotel Føroyar
Fríggjakvøldið, 4. apríl, verður døgurði og dansur aftaná við Country Sisters á Hotel Føroyum. Bæði tiltøkini kosta 285 kr. Hotellið hevur lýst við, at til ber at bíleggja eina "pakkaloysn", har tú rindar fyri døgurða, dans og gisting, sum tilsamans kostar 1.150 ? fyri tvey.
Men á Hotel Føroyum er longu fult bookað, og útselt er eisini til borðhaldið. Nøkur atgongumerki eru tó eftir til dansin.