Stórt ferðamannaskip siglt á land

Minst átta fólk doyðu, og umleið 25 fingu skaða, tá ferðamannaskipið Costa Concordia við sigldi á ein boða úti fyri italsku strondini í gjárkvøldið.

4.200 fólk vóru umborð, tá vanlukkan hendi, og alla nátt hevur italska bjargingartænastan arbeitt við at taka fólkið av skipinum. Klokkan hálvgum seks í morgun skrivaði italska tíðindastovan ANSA, at 300 ferðafólk vóru eftir at fáa í land.

Fólk, sum eru komin í land, hava greitt frá, at tey fingu at vita, at talan var um tekniskar trupulleikar, men at alt tóktist illa fyriskipað, og at ræðsla kom á fleiri. Tey siga eisini, at sjógvur kom í skipið næstan beinanvegin.

Italsku myndugleikarnir siga, at 3.200 ferðafólk vóru umborð á Costa Concordia, og at manningin taldi 1.000. Millum ferðafólkini vóru umleið 1.000 italiumenn, umleið 500 týskarar og umleið 150 fransmenn. Eingin almenn fráboðan er komin um, at nakar danskur ríkisborgari var við skipinum. Svenskir fjølmiðlar siga, at fleiri sviar vóru við skipinum.

Costa Concordia er eitt av teimum størstu skipunum í Costa-flotanum.