Stórt familjutiltak í Hoydølum

Leygardagin skipar 10y í Hoydølum fyri familjutiltaki. Fyrireikarar siga, at bilurin verður vaskaður innan og uttan, meðan børnini stuttleika sær.

 

Á skránni er eitt nú ponyríðing, undirhald við Sasho og Haraldi, og konsert við Rím og Reyp og Frank verður á skránni.

 

Eisini verður okkurt til matna.

 

Tiltakið er til frama fyri námsferðini hjá 10y til Marseille á páskum.