Sum væntað fullu virðisbrøvini nógv á teimum amerikonsku marknaðunum í dag. Dow Jones-vísitalið fall 5,5 prosent, og tað er tað størsta fallið eftir einum degi síðani 2008. Fallið merkir samstundis, at Dow Jones-vísitalið er nú á sama stigi sum í november í fjør. Hini bæði høvuðsvísitølini, S&P og Nasdaq, fullu ávikavist 6,7 og 6,9 prosent.
Óttin fyri minni vøkstri í USA ávirkaði eisini oljuprísin, sum fall næstan seks prosent í dag. Ein tunna av norðsjóvarolju kostar nú 103,70 dollarar. Í apríl kostaði hon 127 dollarar, tá hon var dýrast.
Eisini á marknaðunum í Suðuramrika minkaðu virðisbrøvini nógv í virði í dag. Á brasilska marknaðinum, sum er tann størsti har, var fallið heili átta prosent.