Stórt fall á virðisbrævamarknaðunum í Asia

Partabrøvini fullu á øllum teimum stóru asiatisku marknaðunum í nátt Partabrævavirðið á marknaðinum í Tokyo fall nógv í nátt, og Nikkei-vísitalið var fallið meiri enn fim prosent, tá handilin lat aftur í morgun.

Samstundis vísa tøl, at hjólini í japanska búskapinum mala seinni, enn serfrøðingar hildu.

Tað var ikki bara í Japan, at partabrøvini fullu í virði í nátt. Tað sama hendi í Taiwan, Hongkong og Suðurkorea, skrivar Reuters. Har lá fallið eisini um fimm prosent.