Partabrævavirðið á japanska virðisbrævamarknaðinum fall nógv, tá marknaðurin lat upp í nátt Tíðindastovurnar skriva úr Tokyo, at partabrævavirðið fall meiri enn fimm prosent tann fyrsta hálva tíman, eftir at marknaðurin lat upp.
Virðið hækkaði eitt vet seinni, men var kortini tað minsta síðani desembur í 2003.
Eisini í Avstralia fall partabrævavirðið, tá marknaðurin har lat upp í nátt. Fallið var góð tvey prosent.
Í New York fór Dow Jones-vísitalið niður um 10.000 stig í gjár, og tað hevur tað ikki verið síðani 2004.
Fíggjarfrøðingar siga, at tað stóra fallið um allan heimin kemst av, at íleggjarar eru farnir at stúra fyri, at kreppan verður drúgvari enn upprunaliga hildið.










