Virðið á teimum týdningarmestu partabrøvunum fall meiri enn fimm prosent á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannahavn, tá hann lat upp í morgun Samanlagt falkl virðið á Børsinum í Keypmannahavn meiri enn sjey prosent í morgun.
Serfrøðingar siga, at fallið í Keypmannahavn var ikki óvæntað, tí partabrøvini fullu sera nógv í virði í USA í gjár og í Asia, har fallið hevur verið oman fyri átta prosent í morgun.
Í Moskva var fallið so stórt í morgun, at myndugleikarnir steðgaðu handlinum.