Partabrøvini fullu nógv á marknaðinum í Tokyo fall nógv í nátt, og Nikkei-vísitalið var fallið meiri enn fim prosent, tá handilin lat aftur í morgun. Samstundis vísa tøl, at hjólini í japanska búskapinum mala seinni, enn serfrøðingar hildu. Tað var ikki bara í Japan, at partabrøvini fullu í virði í nátt. Tað sama hendi á hinum stóru marknaðunum í Taiwan, Hongkong og Suðurkorea, skrivar Reuters. Har lá fallið eisini um fimm prosent.










