Stórt europeiskt flogfelag á vitjan

Tá visitfaroeislands verður í mai mánaða, nýtir eitt stórt europeiskt flogfelag høvið at vitja landið.

- Hetta verður fyrst og fremst fyri at kunna seg um umstøðurnar, serliga við atliti til, at vøllurin nú er longdur, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

Hann vil ikki siga, hvat flogfelag talan er um, men at teir høvdu fingið frænir av, at vøllurin í Vágum var longdur.

- Talan er um persónar, ið ongantíð hava verið í Føroyum áður, og endamálið er at síggja seg um. Tað liggja eingi lyftir frá hvørki okkum ella teimum, og teir koma at kanna umstøðurnar, bæði hvat viðvíkur sjálvum vøllinum og eisini tey tól til innflúgving, sum vøllurin hevur, sigur Jákup Sverri Kass.

Hann ávarar tó ímóti at seta nøsina for høgt í sambandi við kapping á Føroyaleiðini.

- Teir koma her at kanna umstøðurnar, og meira liggur ikki í tí. Í hvussu er ikki enn, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á flogvøllinum.