Sheffield United hevur ført fram, at Carlos Tevez bjargaði West Ham í minsta lagi trý stig í næstsíðstu kapping, meðan hann av órøttum stóð skrásettur sum West Ham leikari. Hetta førdi við sær, at Sheffield United flutti niður í 1. deild kappingarárið 2006-07.
Og ein óheft dómsnevnd hevur nú givið Sheffield United rætt, og dømt West Ham at rinda Sheffield United eitt endurgjald omanfyri 30 milliónir pund, svarandi til smáar 300 milliónir krónur.
Ein talsmaður fyri West Ham segði við BBC Radio 4, at teir nú máttu summa seg eftir úrskurðin hjá óheftu dómsnevndini, og fóru at tosa við sakførarar teirra, áðrenn næsta stigið verður tikið.
West Ham fekk eina bót upp á 5,5 milliónir pund í apríl 2007 eftir at felagið varð funnið sekt í at hava fuskað við skrásetingunum av Carlos Tevez og Javier Mascherano.
West Ham var tó ikki frátikið stig í málinum, og tað gjørdi so, at tað í staðin gjørdist Sheffield United, ið flutti niður í the Championship í staðin.










