Stórt endurgjald fyri oljudálking

Franska oljufelagið Total er dømt at gjalda hálva aðru mia. krónur í endurgjaldi fyri vanlukkuna, tá Erika sakk í Biscayavíkini í 1999

Tað gjørdist tann higartil ringasta oljudálkingin í Fraklandi, tá tangaskipið Erika fór á land við Biscayavíkina í desembur í 1999. Millum 20.000 og 30.000 tons av olju runnu út í havið, og umleið 75.000 sjófuglar doyðu.

 

Myndugleikarnir og fleiri feløg kravdu endurgjald frá oljufelagnum Total, og fyrradagin fall dómur í rættinum í París. Í fyrra lagi bleiv felagið dømt at rinda franska ríkiskassanum umleið 2,7 mió. krónur í bót fyri at hava dálkað sjógvin, og í øðrum lagi varð felagið dømt at gjalda umhvørvisfeløgum, hotellum, gistingarhúsum og øðrum 2,5 mia. krónur í endurgjaldi.

 

Rætturin kom til ta niðurstøðu, at Total átti at verið vitandi um, at tangaskipið var 25 ára gamalt, og at viðlíkahaldið hevði verið ógvuliga tilvildarligt.

 

Dómurin fekk alt fyri eitt ávirkan á partabrøvini í Total, sum fullu umleið tvey prosent á virðisbrævamarknaðinum í París.