Tað var eitt øgiligt drama, tá ið 10-mannaførini kappaðust og settu punktum fyri framúr væl eydnaðum kappróðri á jóansøku í Vági, har líkindini at rógva vóru framúr.
Undanfarnu ferðirnar hevur Eysturoyingur lagt seg framum hinar og harvið havt møguleika at stýra kappingini.
Í dag var øðrvísi. Tríggir bátar úr høvuðsstaðnum løgdu bragdligast fyri. Eysturoyingur var eina løtu aftanfyri Ormin Langa, Havnarbátin og Drekan Reyða.
So fór guli báturin at røra upp á seg, og tá ið málið var hálvrógvið stakk guli báturin stavnin framum hinar.
Fram ímóti málinum lógu fýra bátar borð um borð, og á síðstu tvey hundrað metrunum var munurin so mikið lítil, at tað væl bar til hjá nummar fýra at taka seg fram í oddin.
Men tað gekk, sum tað hevur gjørt tríggjar tær undanfarnu ferðirnar, tá ið tað ráddi um sigurin.
Eysturoyingur var eitt sekund undan næsta avbjóðaranum, sum í dag var Ormurin Langi. Næst eftir hann og bara eitt vet aftanfyri kom Havnarbáturin á mál.
At Drekin Reyði endaði á fjórða plássi ber við sær, at støðan hjá Eysturoyingi er uppaftur stinnari í strembanini eftir at vinna FM, enn hon var undan dagsins róðri. Nú er tað Havnarbáturin, sum er á silvurplássinum.
1 Eysturoyingur 04.44.20
2 Ormurin Langi 04.45.24
3 Havnarbáturin 04.46.02
4 Drekin Reyði 04.47.22
5 Suðuroyingur 04.54.19
Støðan
1 Eysturoyingur 28
2 Havnarbáturin 21
3 Drekin Reyði 20
4 Ormurin Langi 19
5 Suðuroyingur 3










