Tað er stórt talvdrama í New York í kvøld, har avgerðin um, hvør skal verða heimsmeistari í talvi, ikki er so langt burtur. Teir báðir, Magnus Carlsen úr Noregi og Sergey Karjakin úr Russlandi, sita yvir av hvørjum øðrum í skjóttalvi.
Í fyrsta talvinum eydnaðist tað Magnusi Carlsen við svarta fólkinum at greiða remis. Nú eru teir farnir undir annað talvið, og nú hevur norðmaðurin hvítt.
Tað ber til at fylgja við á NRK1. Fyri áskoðararnir er hetta sera undirhaldandi uppgerð, tí tað gongur so skjótt fyri seg. Teir hava 25 minuttir í part og so tíggju sekund fyri hvønn leikin.