The Singer er uttan samanbering mest framsøkna, heilskapaða og væleydnaða útgávan hjá Teiti, skrivar Ekstrablaðið í ummæli av nýggjastu útgávuni hjá 30 ára gamla føroyinginum Talentið hevur ongantíð svitast, skrivar danska Ekstrablaðið, um nýggjastu útgávuna hjá Teiti Lassen, The Singer.
?Tulkingin av ?Syner? hjá Nikolaj Nørlund og Peter Laugesen er eitt av teimum bestu sangavrikunum í hesari øldini. Við ?The Singer?, har alt fellur upp á pláss, er Teitur av álvara fluttur upp á tungvektsflokkin?, skrivar blaðummælarin hjá Ekstrablaðnum, Henrik Queitsch.
?Heitið er ikki tilvildarligt, tí ljósa og sorgblíða røddin hjá Teiti er heilt frammi í tí fínu ljóðmyndini við eini perlurøð av undirspældum, men kortini detaljuríkum og gjøgnumhugsaðum arrangementi, sum er merkt av djúphugsaðum brúki av blásarum.?
Tónleikurin er spældur inn í konsertsalinum á feriuhotellinum hjá vermóðurini í Gotlandi uttan fyri háárstíðina.
?Hetta setir sín dám á útgávuna, sum er ein sertøk blanding av ?nærmest endeløst rum og åndløst nærvær?, skrivar Ekstrablaðið, sum gevur Teiti fimm av seks møguligum stjørnum.