Ein av visjónunum í Chelsea er, at felagið um fá ár skal verða fíggjarliga óheft av milliardahjálp frá ríka eigaranum, Roman Abramovich. Men tað gongst tó so sum so við hesum. Hallið í seinasta roknskaparári var ikki minni enn 542 krónur. Av hesum verður roknað við, at á leið 200 milliónir vórðu nýttar sum kompensatión til Avram Grant og José Mourinho, sum báðir fingu sekkin. Peter Kenyon, stjóri, sigur tó framvegis, at um tvey ár verður talan um avlop í roknskapinum.