Løgreglan í tólv londum hevur tikið 178 fólk í einum samskipaðum átaki. Talan er um fólk, sum vóru í einum umfatandi brotsmannakervi. Kervið hevði sína miðstøð í Spania, og tað var eisini tann spanska løgreglan, sum legði átakið til rættis.
Eitt nú eru fólk tikin í Svøríki, Finnlandi og Týsklandi.
Ein talsmaður fyri sponsku myndugleikarnar sigur, at løgreglan hevur arbeitt við málinum í tvey ár, og at hon hevur staðfest fleiri lógarbrot so sum svik við gjaldskortum, vápnað rán, kynsliga misnýtslu og ymiskt fíggjarligt svik.
Spanska løgreglan heldur, at brotsmannakervið hevur forvunnið í minsta lagi 20 milliónir evrur ella einar 150 milliónir krónur burtur úr virkseminum.