Stórt barnatiltak á eystansytevnu

Eystanstevna hevur altíð verið nakað serligt hjá børnunum, og tað hava fyriskipararnir eisini havt í huga í ár. Vanliga skrúðgongan er í ár nógv broytt og verður skipað sum eitt karneval, har børnini sleppa at vera við og útfolda seg. Nógv verður eisini gjørt burturúr tivoliøkinum, sum serliga má sigast at venda sær til børnini. Í øllum ítróttarkappingunum á stevnuni eru tað eisini mong børn, ið luttaka.

Skipað verður fyri barnadiskoteki tíðliga leygardagin, og eisini fara fleiri børn at framføra á stevnupallinum.

Sunnudagin, eftir framsýningina hjá Støkk er so stóra ?finalan? á skránni, tí tá verður skipað fyri einum stórum barnatiltaki í ítróttarhøllini, har millum annað Angela og Hannibal fara at luttaka.