Stórt barnabókatiltak í Norðurlandahúsinum

Nú seinnapartin verður stórt barnabókatiltak í Norðurlandahúsinum, har upplestur, bókaframsýning, kjak og ymiskt undirhald fyri børn verður á skránni Tiltakið byrjar klokkan 13, tá Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum bjóðar vælkomin.

Síðani verður seinnaparturin á tremur við søgum og sangum fyri børn:

- Dánjal Neystabø syngur og sigur frá um og lesur úr ?Drongurin sum gloymdi, hvussu man spælir?

- Sólgerð Andreassen sigur frá um og lesur úr Knassi og Rokkarin.

- Marjun Kjelnæs sigur frá um og lesur úr Hvør fjalir seg í ferðataskuni?

-Rakel Helmsdal sigur frá bókunum um Skrímslið. Sjónleikarin Gunnvá Zakariassen lesur úr Skrímslasótt, og Rakel Helmsdal fer sjálv at lesa úr spildurnýggju bókini ?Várferðin til brúnna?

- Oddfríður M. Rasmussen sigur frá um og lesur úr Innantanna Anna og Túsundbeinið Súni. Bergur Rasmussen sigur frá Sigursteininum og sjónleikarin Hans Tórgarð lesur úr bókini.

Klokkan 15 fara høvundarnir at signera barnabøkurnar, sum tey havi givið út 2007 og 2008.

Dánjal á Neystabø fer aftur at spæla nakrar sangir, áðrenn farið verður undir seinna partin av tiltakinum, sum er fyri vaksin.

Allan dagin skipar Rit & Rák fyri framsýning og sølu av bókum, sum komu út í 2007 og 2008.