Fyrsta ársfjórðing í ár hevði Føroya Banki eitt avlop fyri skatt upp á 51,6 milliónir krónur Hetta stendur í stórari andsøgn til hallið, sum fremsti kappingarneytin, Eik, legði fram í gjár.
Góða úrslitið og vónirnar um eitt framhaldandi gevandi 2009 bera eisini við sær, at Føroya Banki fyribils hevur gjørt av, at bankin ikki fer at søkja um hybridan kjarnukapital, sum bankin annars hevur møguleika fyri sambært bankapakka II. Men í viðmerking til roknskapin sigur Janus Petersen, forstjóri, at leiðslan støðugt metir um strategisku møguleikarnar, sum liggja í hesum.
Fíggjarstøðan hjá Føroya Banka vísir, at eginpeningurin nú er 1.550 mió kr. Solvensprosentið er 20,8 og rentingin av eginognini var fyrsta ársfjórðing 13,8% p.a.










