Stórt at hava tveir synir á landsliðnum (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig hevði við Berg Vatnhamar undan dystinum ímóti Malta

Hann var millum frægu leikararnar hjá LÍF, tá leirvíkingar høvdu sína stórheitstíð í 1980-unum, og m.a. vunnu seg í steypafinaluna í 1986, ið teir tó taptu ímóti NSÍ.

 

Góðu fótbóltsevnini hava gingið í arv til synirnar, og kundi Berg Vatnhamar stórfegnast um at hava tveir synir, Gunnar og Sølva sum byrjaðu inni í Nations League dystinum ímóti Malta fríggjakvøldið. Ein dystur sum føroyingar vunnu 3-1.

 

- Hetta er stórt, slær Berg Vatnhamar fast í samrøðuni Petur Asbjørn Lervig hevði við hann fríggjakvøldið beint undan dystinum ímóti Malta.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig hevði við Berg Vatnhamar á FM1.