Stórt arbeiðsloysi í fiskiídnaðinum

Arbeiðsplássini í norska fiskiídnaðinum eru so nógv fækkað tað seinasta árið, og í fleiri fiskivinnuplássum ligggur arbeiðsloysi um tíggju prosent.

Á fleiri fiskavirkjum standa maskinurnar stillar, og gongdin tykist halda fram, sigur norska útvarpið. Aðalskrivarin í fakfelagnum hjá flakafólkunum, Hans Johan Dahl, sigur við útvarpið, at síðani 1. januar í fjør hevur sætta hvørt fólk í fiskiídnaðinum kist arbeiðið. Hann finst hvassliga at stjórnini í Oslo og leggur hana undir miðvíst at beina fyri fiskavirkjunum kring landið.

Sambært Hans Johan Dahl fáa fiskavirkini alt ov lítlan fisk, og hann vil tí hava stjórnina at noyða trolararnar at landa til virkini, so fólk kunnu sleppa aftur til arbeiðis.