Svenski ríkiskassin ger kvetti av fyritøkum, sum hann eigur, ella sum hann eigur saman við øðrum.
Árið í fjør royndist væl hjá svenska vinnulívinum, og sambært nýggjum tølum høvdu fyritøkurnar, sum tað almenna eigur, ella sum tað eigur part í, 63,3 milliardir svenskar kónur í avlopi í 2005. Tað hevði við sær, at vinningsbýtrið hjá ríkiskassanum var næstan 10 milliardir krónur í fjør enn í 2004, skrivar Aftonbladet.
Millum fyritøkurnar, sum góvu mest í ríkiskassan, eru orkufelagið Vattenfall og veddingartænastan Svenska Spel, sum góvu ávikavist 6,0 og 4,6 milliardir krónur av sær, og ríkiskassin fekk 330 milliónir krónur burtur úr rúsdrekkasøluni Systembolaget. Vinnumálaráðharrin, Thomas Östros, sigur, at vinningsbýtið frá teimum almennu fyritøkunum er við til at tryggja vælferðina í svenska samfelagnum.
Virðið á partabrøvunum hjá svenska ríkinum hækkaði 8,5 prosent í fjør, og á nýggjárinum vóru partabrøvini 133,9 milliardir krónur verd, skrivar Aftonbladet.










