Tað sá so pent út, tá Aksel V. Johannesen skipaði samgongu fyri fýra árum síðani, at full javnstøða var í landsstýrinum. Hóast fleiri útskiftingar hava verið í landsstýrinum, so er framvegis full javnstøðu í landsstýrinum, sum fer frá á tingfundinum klokkan 10 í dag.
Broytingin er 36 prosent tann skeiva vegin fyri kvinnuumboðanina. Frá at verða 50 prosent av hvørjum kyni, verða nú bara 14 prosent kvinnur og 86 prosent menn í nýggja landsstýrinum.
Hyggja vit eftir kynsjavnvágini í landsstýrinum seinastu 20 árini, so er hon einki at reypa av – við undantak av samgonguni hjá Aksel V. Johannesen og kanska eisini CHE samgonguni hjá Jóannes Eidesgaard í 2008. Har var kynsjavnvágin ávikavist 50/50 og 38/62
Ringasta kynsbýti seinastu 20 árini var í ABC samgonguni – slipsalandsstýrinum hjá Jóannesi Eidesgaard – frá 2004-2008. Har var eingin kvinna.
Kynsbýtið í landsstýrunum síðani 1998:
##med2##