Tað er soleiðis, sum vit fyrr í dag søgdu okkum rokna við, at tað fór at verða. Italski venjarin hevur bara givið tveimum av teimum, sum leygardagin vóru við til at vinna 2-1 í Skotlandi, høvi at fara á vøllin á Alberto Braglia stadion í Modena, har italiumenn í kvøld fara at fegnast um, at teir hava vunnið sær rættin at luttaka í EM endaspælinum í summar.
Teir báðir, sum eru bidnir aftur, eru verjuspælarin Canavaro úr Real Madrid, og álopsspælarin Luca Toni, sum er ættaður úr Modena, og sum spælir við Bayern München. At talan kortini er um góðar fótbóltsspælarar, boða feløgini, sum teir umboða, frá.
Teir ellivu azurbláu: Amelia, Livorno - Oddo, Milan, Canavaro, Real Madrid, Chiellini, Juventus,
Grosso, Lyon - De Rossi, Roma, Ambrosini, Milan, Perrotta, Roma, Palladino, Juventus - Toni, Bayern München - Iaquinta, Juventus.
Fyrsta bríkslið verður klokkan 19.30.