Størstu steypaliðini bresta saman

Løgmanssteypið: HB vann nógv mest fyrstu hálvu øldina, og síðani hevur Víkingur vunnið oftast

Tað eru tvey sigursvand feløg í føroysku steypakappingini, sum bresta saman í kvøld klokkan 19.45, tá ið HB og Víkingur fara at spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið.

Steypakappingin hevur verið partur av fótbóltsárinum síðani 1955. Finala hevur verið á hvørjum ári við einum undantakið. Undantakið var í 1970, tá ið HB og KÍ kvalifiseraðu seg í finaluna, sum ongantíð varð spæld.

HB hevur vunnið steypakappingina nógv oftari enn nakað annað felag. HB hevur vunnið finaluna 26 ferðir.

Leirvíkingar og gøtumenn samdust í 2008 um at ganga saman um nýtt fótbóltsfelag, sum teir góvu navnið Víkingur.

Frammanundan spældu leirvíkingar í LÍF og gøtumenn í GÍ.

LÍF spældi seg einaferð í steypafinaluna. Tað var í 1986 ímóti NSÍ, sum vann 3-1.

GÍ luttók í níggju finalum. Seks ferðir var GÍ steypavinnari – í 1983, 1985, 1996, 1997, 2000 og 2005. Tríggjar ferðir dystaðust HB og GÍ í steypafinaluni. Tað var í 1984, 1996 og 2000. HB vann ta fyrstu 2-0, og GÍ vann 1996 finaluna 5-3 eftir longda leiktíð. Tá ið vanliga leiktíðin var farin, var støðan 2-2. Henda finalan man vera ein av teimum minnistríkastu av øllum. Í 2000 vann GÍ 1-0.

Tá ið Víkingur í 2008 luttók í fyrstu steypakappingini, hevði HB longu vunnið steypakappingina 26 ferðir. HB var harvið í miðal steypavinnari annaðhvørt ár frá 1955 og fram til 2007. Tá var HB steypaliðið frammanfyri øll onnur.

HB vann í 2004 finaluna ímóti NSÍ. Síðani tá hevur HB ongantíð vunnið steypakappingina. Tað eru altso 15 ár síðani, at HB vann steypafinaluna. Síðani 2004 hevur HB tapt tríggjar steypafinalur – í 2007 ímóti EB/Streymi, í 2014 ímóti Víkingi og í fjør ímóti B36.

Víkingur hevur síðani stovnanina í 2008 vunnið steypakappinga fimm ferðir. Fyrsti finalusigurin var í 2009. Síðani hevur Víkingur verið steypavinnari í 2012, 2013, 2014 og 2015. Víkingur hevur harvið í miðal verið steypavinnari annaðhvørt ár frá 2009 og fram til í ár. Nú er Víkingur steypaliðið frammanfyri øll onnur.

Einasta ferðin, at HB og Víkingur hava dystast í steypafinaluni, var í 2014. 30. august í 2014 vann Víkingur 1-0 ímóti HB. Málskjúttin var Hallur Hansson, sum vaks upp í HB, og sum eitt skifti spældi við Víkingi, áðrenn hann aftur fór av landinum at royna fótbóltseydnuna, og sum nú er liðformaður í AC Horsens í superliguni.

Fimm spælarar, sum higartil í ár hava verið á HB liðnum, vóru á spælaralistanum í finaluni fyri fimm árum síðani. Teir eru Teitur Matras Gestsson, Jógvan Rói Davidsen og René S. Joensen, sum vóru á vøllinum alla tíðina og Bartal Wardum og Tróndur Jensen, sum sótu á beinkinum.

Átta spælarar, sum higartil í ár hava verið á liðnum hjá Víkingi, vóru á spælaralistanum fyri fimm árum síðani. Teir eru Hanus Jacobsen, Atli Gregersen, Heðin Hansen og Sølvi Vatnhamar, sum vóru millum teir fyrstu ellivu í finaluni, Andreas Lava Olsen og Philip Djordjevic, sum vórðu skiftir inn, og Elias Rasmussen og Gunnar Vatnhamar, sum sótu á beinkinum.

Tá ið HB og Víkingur fyri fimm árum síðani hittust í fyrstu og higartil einastu finaluni millum hesi bæði feløgini, var Sigfríður S. Clementsen venjari hjá Víkingi, og Heðin Askham var venjari hjá HB.