Størstu oyggjaleikirnir nakrantíð

Luttakaratalið á oyggjaleikunum, sum í summar verða á Álandi, verður nærum 3200

Oyggjaleikir

 

Tá ið 13. oyggjaleikirnir verða settir á Álandi 27. juni, verður talan um størstu leikirnar nakrantíð. 25 oyggjasamfeløg fara at dystast í 15 ítróttargreinum, og luttakaratalið verður umleið 3200 ella fleiri luttakarar enn nakrantíð áður. Flestu luttakararnar fer Jersey at eiga við 251.Vertirnir fara at taka lut við 247 luttakarum, og næstu í røðini verða Isle of Man (230) Guernsey (218), Gotland (204), Gibraltar (197), Menorca (191) og Føroyar, sum fara at møta upp á Álandi við 171 luttakarum.

Hini oyggjasamfeløgini, sum fara at taka lut, eru Ynys Mon (93), Western Isles (97), St Helene (25), Hetland (96), Sark (6), Saaremaa (164), Rhodos (159), Prince Edwards Islands (138), Orknoyggjarnar (50), Hitra (43), Grønland (102), Froya (35), Falklands oyggjarnar (56), Cayman (119), Bermuda (134) og Alderney (31).

Í fótbóltskappingini verður luttakaratalið 543. 17 tjóðir fara at taka lut í fótbóltskappingini við mannfólkaliðum og 11 við kvinnuliðum.