Størsti tørvurin er í Suðurstreymoy

Í spurninginum til Rósu Samuelsen, spurdi Kári P. Højgaard eisini, hvussu hon kann loyva sær at niðurleggja røktarpláss í Suðuroy og í Eysturoy, samstundis sum hon í fjølmiðlunum sigur við borgarstjóran í Tórshavn: Bygg bara, vit skulu gjalda?

Til hetta svarar Rósa Samuelsen, at talan er um umskipan av búplássum og ikki niðurlegging.

- Við árslok eru ætlandi 24 nýggj búpláss tøk í Vági, meðan átta dupultkømur á Tvøroyri verða umskipað til einkultkømur. Samanlagt er hetta ein stór útbygging av eldrarøktini. Og hildið verður fram við útbyggingini.

- Sum landsstýriskvinna er tað mín uppgáva fyrst og fremst at tryggja teimum tænastu, ið hava størstan tørv. Tí var ein tørvsmeting eisini grundarlagið fyri teimum stuðulsjáttanum, ið vóru latnar til røktarheimsbygging seinasta ár. Tað er at fegnast um, at eysturoyingar við stuðli frá landinum hava útvegað so nógv búpláss til okkara eldru borgarar, og tað vil eg rósa teimum fyri, sigur hon.

Landsstýriskvinnan vísir eisini á, at tað tó er eingin loyna, at Suðurstreym í dag er tað økið við nógv størsta bráðfeingistørvi, og er tað tí sjálvsagt, at tað økið eisini verður raðfest. Onnur øki, ið fingu stuðul frá landinum, vóru umframt Suðuroy og Suðurstreym, Norðoyggjar og Norðstreym.