Størsti Sosialur nakrantíð í morgin

Vikuskiftisblaðið hjá Sosialinum verður størri enn nakrantíð í morgin, fríggjadagin, tá bæði Rákið og Fótbóltsblaðið fylgja ókeypis við blaðnum. Tað verður nóg mikið av vikuskiftislesnaði til ein og hvønn áhuga í morgin, tá heili tvey litrík eykabløð liggja í Sosialinum.

Ætlanin var, at Fótbóltsblaðið skuldi koma við blaðnum í dag, hósdag. Men vegna tekniskar trupulleikar í sambandi við hefting av blaðnum, liggur Fótbóltsblaðið í Vikuskiftissosialinum saman við Rákinum.

Í Rákinum kanst tú millum annað lesa um alt tað, sum várið hevur at bjóða innan móta, vælveru og vakurleika. Bergtóra Ó. Poulsen, sum eigur skógvahandilin ?2U? í Klaksvík sigur, at góður stílur osar av sjálvsáliti, og so fært tú íblástur til heimið við besta boheme-stílinum.

Og so mugu vit ikki gloyma greinina, har trý kend mannfólk hugleiða um, hví boppur eru so deiligar.

Í Fótbóltsblaðnum kanst tú lesa alt um Vodafone-deildina. Samrøður við spælarar, venjarar og leiðarar. Eisini er tilfar um landsliðið, kvinnufótbólt og útisetaliðini.

Alt hetta, og nógv nógv meira á teimum nærum 150 síðunum við góðum vikuskiftislesnaði fyri bara 20 krónur.