Størsti mánin í 70 ár verður í morgin

Tað ræður um at síggja mánan í morgin.

Tað er fullmáni í morgin. Men tað er ikki einans ein vanligur fullmáni. 

 

Tað er ein sokallaður supermáni, sum verður at síggja í morgin. Sambært amerikanska Nasa fer mánin í morgin at tykjast 14 prosent størri og vera 30 prosent bjartari. 

 

Náttúru fyribrigdi, sum hevur fingið heitið "supermáni" ella "supermoon" er ikki púra óvanligt. Eisini í oktober var mánin størri enn hann plagar. Men hesaferð er tað nakað heilt serstakt. 

 

Mánin hevur nevniliga ikki verið so stórur í 70 ár, og næstu ferð vit kunnu vænta ein so stóran mána er í 2034. Men nært tú ikki at kaga út gjøgnum vindeyga í morgin, so hevur tú ein møguleika eftir í 2016. Tí eisini í desember verður mánin óvanliga stórur - tó ikki so stórur sum í morgin.

 

Fyribrigdi supermáni hendir, tá ið sólin, jørðin og mánin eru á rað og ringrásin hjá mánanum er tættast við jørðina. 

 

Veðrið í annaðkvøld er ikki tað allar besta, um tú ynskir at síggja supermánan. Sambært donsku veðurstovuni DMI, verður fyri tað mesta skíggjað í annaðkvøld. Og hann veksur vindin til 13-18 m/s og í støðum upp til 25 m/s. Tað verður skíggjað og regn, men út á náttina lætnar.