Shark Atlantic
Tað kann sanniliga loysa seg hjá útlendingum at koma til Føroya at fiska við tráðu. Hetta er nakað, vit leingi hava tosað um, men lutfalsliga lítið hava gjørt við.
Og tó.
Gongd er komin á, og stór fiskikapping við útlendskari luttøku var í Føroyum í fjør summar. Haraftrat hevur kappingin, Shark Atlantic, nú trý ár á baki.
Royndin hjá trimum dønum, sum komu við Norrönu til Føroya mánadagin, prógvar, at tráðufiskiskapur í føroyskum sjógvi so avgjørt er nakað, sum føroyska ferðavinnan og bátaeigarar kunnu gera munandi meira við.
Umstøðurnar at fiska eru góðar, vit eiga nógvar bátar, sum ein stóran part av árinum liggja bundnir við bryggju, og restin er í fyrsta lagi ein spurningur um marknaðarføring úti í heimi.
Stórur hemari
Magni Blástein í Vestmanna, sum fyri trimum árum síðan tók stig til kappingina, Shark Atlantic, fekk mánadagin vitjan av trimum stuttleikafiskimonnum úr Danmark.
- Menninir settu seg í samband við meg eftir eina samrøðu, sum DK4 hevði við meg í desember.
Hann sigur, at hetta eru stuttleikafiskimenn, sum eitt nú fiska tosk við tráðu í Oyrasundi.
- Vit hava verið tveir túrar, meðan teir hava verið her, ein týsdagin og ein í gjár. Í dag fara teir avstað aftur við Norrönu.
Magni sigur, at týsdagin fingu teir ongan hemara, men í gjár bar rættiliga til, tá ið ein stórur hemari tók.
- Tann eini av monnonum, Henrik Hansen, fekk ein hemara, sum vigaði 222 kilo, ókruvdur.
Hann sigur, at teir vóru staddir suður úr Kirkjubønesi, tá ið fast var.
- Tað tók Henriki hálvan annan tíma at fáa lívið av hemaranum, ið eisini er hin størsti, sum fingin er í kappingini, Shark Atlantic, yvurhøvur.
Endaðu í Hesti
Magni Blástein sigur, at meðan teir fonglaðust við stóra hemaran, róku teir einar seks fjórðingar norðuryvir og vóru staddir miðskeiðis millum Trøllhøvda og Hestoynna, tá ið stríðið var av.
- Vit tóku hemaran upp á sleip og fóru inn í Hestbygd, har ein krani lyfti hann upp í bátin. Síðan løgdu vit inn á Gomlurætt og fingu stóra fiskin við handamegi í land.
Hann sigur, at báðar dagarnar, meðan hann var úti við donsku stuttleikafiskimonnunum, fingu teir eisini nakrar toskar, onkra longu og onkran kongafisk.
- Jú, eg haldi, at hetta var eitt ógvuliga stórt upplivilsi hjá hesum monnum, sum leitaðu higar til lands at fiska við tráðu, sigur fyriskiparin av Shark Atlantic.
Triðja árið
Tað var Magni Blástein, sum fyri trimum árum síðan framdi sítt hugskot í verki at skipa fyri hesi kapping - at veiða hemara við tráðu.
Í fjør var luttakaratalið 25, og higartil í ár eru umleið 30 við í kappingini.
Kappingin gongur frá 1. november til 1. mars, so enn er høvi hjá fólki, sum hava áhuga fyri tráðufiskiskapi, at tekna seg og verða við í kappingini.
- Hemarin, sum Henrik Hansen fekk mikudagin, er hin fjórði, sum fingin er í kappingini í vetur. Tann størsti, sum frammanundan er fingin í Shark Atlantic, er veiddur av einum øðrum dana fyri trimum árum síðan. Hesin vigaði 194 kilo, ókruvdur.
Magni Blástein sigur, at sjálvur hevur hann mist tveir hemarar á tráðu í vetur - men hann hevur ongan fingið til lands.
- Men tað er so sanniliga eisini spennandi at fylgja gongdini, tá ið aðrir umborð á mínum báti hava fatur í einum hemara, leggur hann aftrat.