Størsti ferðafaldarin nakrantíð í Føroyum

Nú um dagarnar kom út Faroe Islands Touristguide, sum reklamuvirkið Sansir gevur út. Faldarin er tann størsti ferðafaldarin, sum nakrantíð er útgivin í Føroyum. Hann er nú heilar 100 síður til støddar. Hetta hevur latið seg gjørt, tí at Faroe Island Tourist Guide ogAround the Faroe Islands hava lagt saman.

Hesaferð er ferðafaldarin givin út á trimum málum: enskum, donskum og týskum. Faldarin er prentaður í 50.000 eintøkum tilsamans. Umframt hetta verða allar upplýsingarlagdar út á internetið á

www.faroeislands,com.

Greinarnar eru broyttar nakað í mun til seinast og ein nýggj grein er skrivað um list og mentan. Teksturin til økini og gulu síðurnar er dagførdur í samráð við kunningarstovurnar.

Sum nýggjar tættir í hesum ferðafaldaranum kunnu vit nevna: Yvirlit yvir gistingarmøguleikar við hentleikaávísingum, yvirlit yvir vegalongd millum bygdir - og yvirlitið yvir hentleikar í bygdum er sett í skemaform.

? Til tess at kunna gera Faroe Islands Tourist Guide enn betri, hava vit gjørt eitt spurnarskema, har fólk kunnu siga sína hugsan um ferðafaldaran, sigur reklamuvirkið Sansir í tíðindaskrivi.

? Vit kunnu øll gleðast um, at Absalon Hansen hevur ferðast víða um í landinum seinastu tíðina, tí tað sæst aftur í myndaúrvalinum. Ivaleyst fara vit í framtíðini at gleðast uppaftur meira um vaksandi myndasavnið hjá Absaloni.

Á Sansum siga tey, at tey hava gjørt sær ómak við at geva myndunum so gott pláss sum gjørligt. Myndirnar eru munandi størri í hesum ferðafaldaranum enn í teimum undanfarnu.

Greinarnar eru skrivaðar av Gunnari Hoydal. Ferðamaðurin Jørgen Nybo hevur skrivað greinina Lystfiskerens gyldne time og Michael Reveal hevur skrivað Hiking Experience. Teksturin til økini er upprunaliga skrivaður av Gunnari Hoydal í samráð við kunningarstovurnar og er síðan dagførdur.

Nýggju týsku umsetingini hevur Ulf Timmermann staðið fyri, Sheila Arnskov hevur umsett nýggju partarnar og gjøgnumgingið verandi partarnar av ensku útgávuni og Ingigerð á Trøðni hevur gjøgnumgingið ta donsku útgávuna.

Ingigerð á Trøðni hevur samskipa arbeiðið hjá kunningarstovunum.

Gulu síðurnar hava Sansir og Ingigerð á Trøðni staðið fyri, og kunningarstovurnar og Ferðaráðið hava gjøgnumgingið tær.

Ferðaráðið hevur vegleitt og eisini gjøgnumgingið faldaran.

Heimasíðan www.faroeislands.com verður eisini dagførd ein av fyrst komandi døgunum. Tann nýggja enska heimasíðan verður klár í dag, og tann danska og týska verða klárar um ein mánað.

Sum nakað nýtt fær heimasíðan nýtt útkast og verður útbygd í mun til verandi heimasíðuna við kortum, myndagallaríi. Heimasíðan fer at hava leinkjur til øll tey, sum eru við í faldaranum, og fleiri leinkju til aðrar heimasíður við upplýsingum um Føroyar.

Heimasíðan er higartil gjørd uttan meirkostnað fyri lýsaran.

Útgevarin er Sansir, sum eisini hevur staðið fyri lýsingum, prentgerð og samskipan av útgávuni.