Í kvøld hevur lítla spanska felagið, Getafe við venjaranum Michael Laudrup á odda ein søguligan møguleika at vinna seg í UEFA-Cup hálvfinaluna. Liðið leikti væl á útivølli ímóti Bayern Munchen, og har megnaðu teir at fáa javnleik 1-1. Michael Laudrup gleðir seg til dystin: ?Spælarnir eru ógvuliga uppsettir, og gleða seg nógv til dystin, og sjálvur gleði eg meg eisini nógv. Tí hvør hevði trúð áðrenn kappingarbyrjan, at eitt lítið felag úr einum lítlum býi uttanfyri Madrid fór at standa við møguleikanum at koppa stóru stjørnunum hjá Bayern Munchen í einari UEFA-cup fjórðingsfinalu? Vit hava alt at vinna, og lítið at tapa, tí tað eru ógvuliga fá fólk, sum rokna við, at vit megna at koppa Bayern.?