Í dag vóru knappliga 280 tons á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya, og hetta er tað mesta, sum uppboðssølan hevur selt ein dag higartil í ár. Nøkur línuskip seldu alla lastina, onkur ein part av lastini, og harafturat var bæði trolfiskur, garnafiskur og útróðrarfiskur á uppboðnum í dag.
Mest var av toski, góð 75 tons, og tað mesta fór fyri góðar 11 og knappar 13 krónur fyri kilo. Umleið 70 tons vóru av longu, og tað mesta fór fyri 10,65 krónur fyri kilo. Av hýsu vóru 60 tons, men prísurin var lágur. Hýsa III fór fyri 7,18 krónur og hýsa II fyri 7,94 krónur.
Eitt garnaskip seldi 16 tons av svartkalva, sum fór fyri góðar 29 krónur kilo.
Tilsamans seldi Fiskamarknaurin knappliga 280 tons fyri 3,1 millión krónur.










