Størsti bilmarknaður á Føroyska netinum

Tíðindaskriv

Frímarknaðurin Sel.fo á netinum, ið dagliga verður brúktur av privatum seljarum og keyparum, hevur nú Føroya størsta bilmarknað. Klokkan 23.37.39 tann 15. juli 2007 vísti síðan 400 bilar í senn.


Hettar var eitt met, sum eigararnir Arngrím Poulsen og Magni J. Hansen fegnast um.


Síðani oktober 2004 hevur Sel.fo verið ein fríur marknaður fyri privatar seljarar, har skrásetta limatalið nú er komið upp á yvir 3.100. Heimasíðan verður væl vitjað av bæði keyparum og seljarum, har tey javnan síggja, at síðan broytist til teirra fyrimun.


Vit koma við nøkrum broytingar afturat í nærmastu framtíð og vóna at limirnir taka væl í móti teimum nýggju broytingunum, ið hava til endamáls, at gera Sel.fo til eina meira persónliga heimasíðu fyri limirnar, siga Arngrím Poulsen og Magni J. Hansen.