Størsti barnaansingarstovnur í landinum

Gleðin var stór hjá børnun og starvsfólkum í barnagarðinum Mýrifípan í Trongisvági, tá ið útbygningurin varð tikin í nýtslu í dag. Tvøroyrarfólk meta, at hetta er størsti barnaansingarstovnur í landinum máldur eftir ansingarplássum

 

Barnagarðurin, ið hevur staðið í gerð, síðan Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri, loysti fyrsta flagið hin 14. desember 2017, varð í dag tikin í nýtslu.

Borgarstjórin, Kristin Michelsen, ið eisini var í býráðnum, tá ið avgerð varð tikin um at byggja barnagarð á Tvøroyri fyri skjótt 30 árum síðan, var saman við varaborgarstjóranum og umboðum úr umsitingini hjá Tvøroyrar Kommunu og vitjaði barnagarðin í dag.

##med2##
##med3##

Gamli barnagarðurin, sum varð bygdur í 1990, rúmar 52 børnum. Nú barnagarðurin er útbygdur, er pláss fyri tvífalt so nógvum børnum. Harumframt er ein útibarnagarðstova bygd í endanum av bygninginum, sum kann hýsa 35 útibarnagarðsbørnum.

Enn eru snøklar eftir bæði innan og uttan, men miðað verður eftir, at útibarnagarðurin flytur inn 1. februar. Tá ið alt verður talt saman, eru 124-134 ansingarpláss í Mýrifípuni. Afturat kemur frítíðarskúlin, við umleið 30 børnum. Til saman verður mett, at hetta er størsti barnaansingarstovnur í Føroyum, máldur eftir ansingarplássum, skrivar Tvøroyrar kommuna í tíðindaskrivi.

##med4##
##med5##

21. mai 2020 fyllir barnagarðurin Mýrifípan 30 ár og er ætlanin, at alt skal verða liðugt tá, eisini uttan. Tá verður almenningurin eisini boðin inn til eina hugnaløtu, har til ber at heilsa uppá starvsfólkið og síggja stovnin.

##med6##
Nýggjur barnagarður í Trongisvági