Fyrsti almenni dysturin í fótbóltskappingarárinum er stórsteypadysturin, sum FSF og Lion´s Club skipa fyri, har meistararnir og steypavinnararnir frá undanfarna kappingarárinum dystast um stórsteypið. Innkomni peningurin verðu latin til eitt vælgerandi endamál.
Stórsteypadysturin millum FM-vinnararnar, Víking og steypavinnarnar, KÍ verður leiktur á Tórsvølli, leygardagin 4. mars klokkan 19.
Fundurin "Felags Stev" verður hildin í nýggja FSF-húsinum sama dag klokkan 13.
Rás2 sigur beinleiðis frá stórsteypadystinum, og in.fo fer eisini at hava tekstfrásøgn frá dystinum