Stórsteypadysturin til frama fyri hjálpartól

Leygardagin kl.16 verður Stórsteypadysturin leiktur á ovara vølli í Gundadali. Sum vant eru tað føroyameistarin og steypavinnarin, ið hittast, og merkir tað, at tað hesaferð eru B36 og EB/Streymur, sum spæla.

 

Tað er Lions Club, ið skipar fyri dystinum, og hevur felagið gjørt av, at pengarnir hesaferð skulu fara til eitt sokallað Litegait-hjálpitól til fysioterapideildina á Landssjúkrahúsinum. Neyvan røkkur inntøkan til alt tólið, men ágóðin frá stórsteypadystinum kann kanska verða skumpið, ið ger sítt til, at hetta tól verður útvegað.

 

Við einum Litegait-tóli gevast góðir møguleikar til venjing hjá eitt nú teimum umleið 150 apopleksi-sjúklingunum, sum koma á Landssjúkrahúsið um árið, men eisini hjá fólki, ið skal til uppvenjing eftir longri sjúkralegu. Har gongulagið av ymsum áðum er ávirkað, kann eitt Litegait-tól gagna øllum pørtum.

 

Slík venjing er tung og kropsliga krevjandi, so eitt Litegait-tól lættir væl um hjá terapeutunum, ið annars mugu vera tveir og tríggir um hvørt fólk, og eisini kunnu sjúklingar við Litegait ganga longri teinar og gerast meira sjálvstøðugir í venjingunum. Á fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum eru 8-10 fólk, sum hava brúk fyri at venja við Litegait hvønn dag.