Stórsteypadystur í mars

Fótbóltssambandið og Lions Club skipa tann 14. mars fyri árliga stórsteypadystinum

Fótbóltur

Hetta er dysturin millum meistararnar og steypavinnararnar í føroyskum mansfótbólti, og í ár verður dysturin soleiðis millum HB og Víking.
Dysturin verður spældur á ovara vølli í Gundadali í Havn, og tað verður altso sunnudagin 14. mars klokkan 14.
Ágóðin av atgongumerkjasøluni fer óskedur til vælgerðararbeiðið hjá Lions Club.