Stórsteypadystur í Hondbólti

Leygardagin verða stórsteypadystir í hondbólti hjá kvinnum og monnum. Hetta er fyrstu fer, at hetta verður roynt í føroyskum hondbólti. Stórsteypadystirnir eru millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá undanfarna árið.

 

Hjá kvinnunum vera tað føroyameistararnir hjá Neistanum, sum fara at leika móti Kyndli. Verandi steypavinnarar úr Tjaldrinum eru í tí støðu, at teir ikki kunnu manna lið í løtuni og tá Stjørnan heldur ikki hevði møguleikan at møta, kom Kyndil inn, skriva fyriskiparnir í tíðindaskrivi.

 

Neistin er væl manna og mugu undan kappingarárinum 2011/12 metast sum greiðir favorittar at endurvinna meistaraheiti. Kyndil hevði í fjør eitt ungt og evnaríkt lið og spennandi verður at síggja, hvussu tær eru mentar í mun til í fjør. Tað vera Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, sum fara at døma stórsteypadystin hjá kvinnunum.

 

Neistin var eisini best hjá monnunum seinasta kappingarár. Neistin vann bæði lands- og steypakappingina og hóast at stór útskifting hevur verið í hópinum, so eru Neistamenn eisini millum favorittarnir í ár. Størstu mótstøðuna í fjør fekk Neistin frá KÍF, sum var taparin í báðum finalunum. Nú fær KÍF so aftur ein møguleika at koppa Neistanum í eini finalu. Heri Petersen og Dánjal Samuelsen døma dystin hjá monnunum.

 

Karmarnir kring dystirnar vera sera góðir. Vinnararnir fáa handaði steyp, sum REX hevur givið. Tað verður Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu Heðin Mortensen, sum fer at handa steypini. Eisini fer DJ Martin Kjærbo at spæla tónleik áðrenn, undir og eftir dystirnar, og aftaná dystirnar verður stórsteypadansur í REX har DJ Martin Kjærbo spælir tónleik.

 

Hetta er byrjanin til hondbóltskappingarárið 2011/2012, sum fer at geva okkum eina ábending um, hvussu luttakandi liðini eru fyri. Sjálv landskappingin byrjar í komandi viku, skriva fyriskiparnir at enda í tíðindaskrivi.