Tað er ikki óvanligt at síggja meistara lið og steypavinnara bresta saman stutt undan kappingarbyrjar í teimum ymisku lið-ítróttinum kring heimin. Soleiðis verður eisini í hondbóltinum í ár, tí um vikuskiftið møtast FM vinnarar og steypavinnarar frá í fjør í Hoyvíkshøllini.
Hjá monnum er talan um Neistan og KÍF, meðan tað hjá kvinnum skuldi verið millum Neistan og steypavinnarnar Tjaldur, men Tjaldur hevur í løtuni einki lið og hevur tí meldað avboð. Síðani fekk Stjørnan sum tapandi steypafinalistur boðið plássið, men tað helt nýggi venjarin ikki verða nakað gott hugskot, tí skotsbráðið var ov stutt. Tí er tað falli Kyndli í lut at spæla stórsteypa dystin móti Neistanum.
Heðin handar steypið
Tað verður borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, ið handar steypið, sum Rex letur. REX hevur longu boðað frá, at verður talan um eitt væl eydna tiltak, so verður tað aftur komandi ár.
Dystirnir verða leygardagin í Hoyvíkshøllini. Kvinnurnar spæla klokkan 17, meðan menninir spæla klokkan 19.










